- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjar reglur um barlastvatn

Skipini kunnu ikki tøma barlastvatn uttan at fylgja reglununum í nýggju kunngerðini um barlastvatn. Heldur ikki kunnu skipa tøma barlastvatn, sum er tikið í føroyskum øki, í fremmandari havn, uttan at lúka krøvini í sáttmálanum.
Reglurnar eru ikki galdandi fyri skip, sum bara sigla og virka í føroyskum sjógvi. Føroyar staðfestu altjóða sáttmálan um barlastvatn í 2013, og sáttmálin kemur í gildi í øllum heiminum 8. september í ár.
Reglurnar verða nú settar í verk, so skip undir føroyskum flaggi ikki vera fyri mismuni, tá tey koma i fremmanda havn, og fyri at tryggja, at reglurnar verða hildnar mótvegis skipum, sum koma í føroyska havn.
Umhvørvisstovan og Sjóvinnustýrið umsita reglurnar og krøvini at handfara og viðgera barlastvatn. Væntandi ganga eini seks ár, til øll skip lúka treytirnar í sáttmálanum, sigur Heilsu- og innlendismálaráðið.