- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir nýggjum stjórum
Søvnini vóru ein partur av Søvnum Landsins, men eftir at Løgmansskrivstovan tók avgerð um, at Søvn Landsins skuldu skiljast sundur aftur, og eftir at stjórin á Søvnum Landsins varð fluttur í annað starv, skulu nýggir stjórar setast.
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Føroya Landsbókasavni verður at menna stovnin til eitt viðkomandi og spennandi bókasavn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd.
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Tjóðsavni Føroya verður eisini at menna náttúru- og mentanarsøguliga høvuðssavn Føroya til eitt viðkomandi og spennandi savn, stendur í tíðindaskrivinum, løgmansskrivstovan hevur sent út.
Umsóknir til stjórastørvini skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2017 klokkan 12:00.