Oljufeløg eiga at fáa atgongd til akfarsskrá

Oljufeløg eiga at fáa atgongd til akfarsskrá
Handilsvinnufelagið heldur, at allar privatar fyritøkur eiga at fáa atgongd til Akfarsskránna. Um tað ikki ber til, eiga oljufeløgini at fá atgongd
 
19.03.2017 - 14:06

Oljufeløgini eiga eisini at fáa atgongd til upplýsingar í skránni hjá Akstovuni.

Tað heldur Handilsvinnufelagið, sum hevur sent Samferðslumálaráðnum hoyringarsvar í sambandi við uppskotið um broyting av løtingslóg um fersðlu, sum var til fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin,.

Sambært lógaruppskotinum skulu almennir stovnar við eftirlitsmyndugleika hava atgongd til akfarsskránna, umframt stovnar og almen partafeløg, sum krevja inn gjald fyri nýtslu av almennum øki. 

Handilsvinnufelagið undrast á, at man gevur almennum partafeløgunum atgongd til akfarsskránna, samstundis sum ávísar privatar fyritøkur fáa atgongd til upplýsingarnar. 

Tunnilsfelagið og Vága Floghavn hava í dag atgongd til akfarsskránna, og eitt endamál við lógaruppskotinum er at gera eina yvirskipaða reglu um atgongd til skránna, heldur enn einstakar lógir viðvíkjandi feløgum, sum eitt nú Vága Flogghavn.

Vága Floghavn hevur við løgtingslóg fingið atgongd til akfarsskránna, so floghavnin kann senda rokning til eigarar av bilum, sum parkera á økinum við flovøllin á einn smidligari hátt. 

Handilsvinnufelagið sigur seg undrast á hesa mannagongd, har at man tekur nakrar privatar fyritøkur úr rúgvini og loyvir teimum atgongd til akfarsskránna og ikki øðrum.

Eitt nú hava oljufeløgini tørv á hesum upplýsingum úr akfarsskránni, tá fólk gloyma at gjalda fyri olju og bezin á støðunum kring landið, og spurningurin er, um Samferðslumálaráðið kann vísa á, at Vága Floghavn og Tunnilsfelagið hava betur og tryggari fyrisitingarligar mannagongdir enn oljufeløgini, stendir millum annað  í hoyringarskrivinum hjá Handilsvinnufelagnum. 

Felagið vil hava, at atgongdin til akfarsskránna verður galdandi fyri allar fyritøkur, ella at ein grein verður sett inn, har tað verður ásett at oljufeløgini fáa atgongd til akfarsskránna í sambandi við gjaldskrav.

Felagið sigur seg ivast í, um tað fyrisitingarliga er í lagi, at landið gevur ávísum privatum fyritøkum og almennum paratafeløgum atgongd til akfarsskránna og ikki øðrum, og fregnast eftir júst hvørji krøv Dátueftirlitið setur fyri at beinleiðis atgongd kann fáast til akfarsskránna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418