- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongland vælumtókt lestrarland
Flestu føroyingar, sum lesa uttanfyri Norðurlond, lesa í Onglandi, og næstflestir lesa í Skotlandi. Tað vísa hagtøl hjá Fróðskaparsetrinum. Seinastu árini hevur gongdin verið hin sama, men talið minkar.
Í marsmánaði 2007 lósu 60 føroyingar í Onglandi og 43 í Skotlandi. Í 2011 vaks hetta talið til 74 í Onglandi og 61 í Skotlandi. Men í mars í ár eru færri føroyingar í lestrarørindum har - í Onglandi lesa nú 56 føroyingar og 12 lesa í Skotlandi.
Alsamt fleiri lesa í Póllandi
Eisini í USA eru færri føroyingar, sum lesa. Í 2013 lósu 30 føroyingar har, nú eru teir 9. Hinvegin veksur talið í Póllandi.
Í 2007 var bara ein føroyingur undir lestri í Póllandi, men alsamt fleiri føroyingar vilja útbúgva seg í Póllandi, nú eru tey 28 í lestrarørindum í Póllandi.
Av øðrum kann nevnast, at 1 føroyingur lesur í LItava, 2 í Týsklandi, 3 í Kina og 2 í Ísrael. Tú kanst síggja alt yvirlitið á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo.