- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrarøktarfrøðingarnir taptu
Føroya rættur hevur í dag víst frá sær sakarmálinum, sum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar legði móti stýrinum. Felagið hevur ikki rættarligan áhuga í málinum, sigur rætturin. Felagið skal gjalda stýrinum 20.000 kr. í sakarkostnaði.
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar stevndi fyri tveir limir eftir at stýrið setti leiðara fyri Økistænastuna.
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vildi hava rættin at døma stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu at viðurkenna, at grundgevingarnar, sum tveir umsøkjarar til leiðarastarvið fingu fyri ikki at geva teimum starvið, eru ólógligar.
Føroya rættur sigur, at Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt málið sera gjølla og átalað stýrið.
At stýrið ikki tók niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum um, at stýrið ikki helt fyrisitingarlógina, til eftirtekter kann ikki vera grundgeving fyri einum dómi, sum bara skal fáa ásetta rættarliga ábyrgd.
Rætturin tekur ikki støðu til, um fyrisitingarlógin er brotin, tí rætturin hevur ikki viðgjørt málið sum so. Men rætturin heldur, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum verður avgerandi fyri, hvussu slíkar setanir verða avgreiddar í framtíðini.
Soleiðis, sum málið er lagt fyri rættin, hevði ein dómur, sum gav felagnum viðhald, ikki bøtt rættarliga ella veruliga grundarlagið hjá kvinnunum, sum felag teirra stevndi fyri, hóast felagið er eitt fakfelag, sum virkar fyri áhugamálunum hjá limunum.
Og málið kann ikki bara byggja á trongdina at hava effektivt eftirlit við fyrisitingini. Umboðsmaðurin hevur longu átalað viðurskiftini, sum kanska kundu borið rættarliga áhugan hjá Felagnum føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.