- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið minkaði í átta kommunum
Fólkatalið minkaði í átta kommunum, frá 1.februar í fjør til 1.februar í ár.
Mest minkaði fólkatalið í Hvalbiar kommunu, har vóru 17 færri í ár.
Á øðrum og triðja plássi á minuslistanum eru eisini kommunur í Suðuroynni. Í Porkeri vóru 12 færri og í Hovi tíggju færri.
Hinar kommunurnar, sum mistu fólk, eru Runavík, Húsar, Fámjin, Vestmanna og Sandur.
Í Skúgvoy stóð fólkatalið í stað, og í hinum 21 kommununum vaks fólkatalið frá 1.februar í fjør til 1.februar í ár.
Merkisvert er, at í nøkrum útoyggjum vaks fólkatalið.
Í Svínoynni og í Hesti vóru fýra fólk fleiri, í Fugloynni komu trý fólk afturat, og í Stóru Dímun búði eitt fólk fleiri í ár enn í fjør. Í Mykinesi stóð fólkatalið í stað eins og í Skúgvoy.