- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byrja skjótt boring streymoyarmegin
Útgerðin, sum millum annað fevnir um ein borivogn aftrat og aðra útgerð, sum skúrar og annað, er ávegis til Føroya við farmaskipi hjá Smyril Line. Útgerðin kemur úr Noreg.
Illveðrið, sum er í løtuni, darvar ferðini, so skipið er farið inn í Hirtshals at bíða eftir betri veðri, upplýsir stjórin í Eysturoyar- og Sandoyartunlinum, Teitur Samuelsen.
SÍ EISINI Nú verður borað á Strondum
Skipið verður í Føroyum um vikuskiftið við útgerðini og so verður farið undir at fyrireika at seta á at bora norðan fyri Hvítanes. Tað arbeiðið byrjar væntandi uppundir páskir, sigur Teitur Samuelsen.
Hesa vikuna kemur eisini ferð á at bora Eysturoyartunnilin á Strondum. Síðani arbeiðið byrjaði hevur verið arbeitt varliga, men nú er komið somikið ávegis, at nú verður borað og sprongt alt samdøgrið.
Tey, sum arbeiða í tunlinum, arbeiða 12 tíma vaktir, og talan er bæði um føroyingar og útlendingar, upplýsir stjórin, Teitur Samuelsen.