- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar millum tey fyrstu at veita hjálp
Føroyar millum tey fyrstu at veita hjálp
Heimsmatvørustovnurin, World Food Programme, takkar nú Føroyum fyri skjóta hjálp til hungursrakt í Suðursudan
Mynd: Savnsmynd/AP
06.03.2017 - 16:22
Felagsskapurin, World Food Programme, takkar á Twitter Føroyum fyri at vera millum tey fyrstu at veita bráðfeingisneyðhjálp til hungursneyðina í Suðursudan.
Í brævi til landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, skrivar Chris Kaye í World Food Programme, at tað er heiður fyri tey, at Føroyar hava latið 200.000 dollarar til neyðhjálp. Hetta er størsta upphædd, sum Føroya fólk nakrantíð hava latið til neyðhjálp ella menningarhjálp.
Pengurin verður brúktur til matvørur til 1,8 miljónir fólk, sum eru rakt av ósemjuni og ótryggleikanum í Suðursudan. Hjálpin skal hjálpa teimum, sum líða undir undirføðslu og eru í vanda fyri at doyggja í hungri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV