- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil ikki viðmerkja nógv umrødda prædiku
Biskupur viðmerkir ikki alment prædikur hjá prestunum í fólkakirkjuni. Tað segði hann við Góðan morgun Føroyar í gjár, tá hann varð spurdur um nógv umrøddu gudstænastuna hjá Bergi Debes Joensen í Hesti 15.januar:
Beint eftir gudstænastuna í Hesti segði biskupur, at hann kanska fór at hava eina hugsan um tað, sum Bergur Debes Joensen segði, um nakrar vikur, tá kærufreistin var farin. Eingin kæra er komin um Berg Debes Joensen.
Sambært lógini um fólkakirkjuna, kann biskupur, um hann staðfestir, at sóknarprestur í boðanini ella á annan hátt setir til viks læru fólkakirkjunnar, taka stig til, at málið verður viðgjørt sum lærumál. Tá verða fimm fólk sett í eina nevnd at fyrireika og viðgera lærumálið.