- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í uppskoti til bókmentavirðisløn
Í uppskoti til bókmentavirðisløn
Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2017
23.02.2017 - 10:50
Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2017. Tað kunnger Norðurlandaráðið í dag.
Sunnudagsland er fimta bókin hjá Sissal Kampmann. Í henni eru yrkingar um Vestmanna, heimstaðin hjá Sissal Kampmann.
SÍ EISINI Føroyar er eitt sunnudagsland
Hinar 11 bøkurnar, sum eru innstillaðar til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í ár, eru úr teimum sjálvstøðugu londunum og úr Álandi.
Grønland og Sámaland hava onga bók við í ár. Kunngjørt verður um mánaðaskiftið oktober-november, hvør fær virðislønina í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV