- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndur fótbóltsspælari noktaður innferð
Orsøkin er, at Clayton Soares hevur ikki fingið uppihaldsloyvi. Tað skrivar heimasíðan, in.fo.
Higartil hevur hann fingið uppihaldsloyvi sambært ítróttaravtaluni, men hesa ferð hevur hann søkt um vanligt uppihaldsloyvi, sigur Leif Andre Eliassen, nevndarformaður í ÍF, við in.fo.
Fær ikki vanligt uppihaldsloyvi
Danska Udlændingestyrelsen hevur noktað Clayton Soares vanligt uppihaldsloyvi. Sum skilst snýr tað seg um lutfallið millum tað, sum hann hevur fingið fyri at spæla fótbólt, og ta upphæddina, hann hevur vunnið sær afturat.
- Sum nú er sær ikki út til, at Clayton Soares sleppur at spæla við okkum í ár. Sum avvarðani ítróttarfelag fáa vit ikki gjørt nógv. Tað er Udlændingestyrelsen, sum tekur avgerðina, sigur Leif Andre Eliasen.
Sambært Faroesoccer kom Clayton Soares do Nascimento til Føroya í 2002. Hann hevur spælt við FS Vágum, B71, 07 Vestur og ÍF.