- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyribils loysn funnin
Í gjár ljóðaði annars, at Birgar Johannessen fær ikki býarsavnið at mæla runt. Tí noyðist hann at lata aftur 1. mars, um hann ikki fær pening til raksturin. Men býarsavnið fær nú ein skáa nakrar mánaðir afturat.
in.fo skrivar í morgun, at nakrir havnarborgarar hava flutt savninum so mikið av peningi, at tað kann halda fram í eitt hálvt ár afturat á sama hátt sum higartil.
SÍ EISINI Birgar gevst við býarsavninum
Birgar Johannessen sigur við útvarpið, at hann er sera fegin um stuðulin, sum ger, at býarsavnið kann halda fram, men hetta er eingin varandi loysn.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, segði við útvarpið í gjár, at hon fer at bjóða Birgari til samráðingar um, hvussu býarsavnið kann halda fram.
Birgar Johannessen arbeiðir sjálvboðið við býarsavninum, hann fær onga løn, og hann hevur sjálvur savnað allar lutirnar saman. Hann hevur tørv á peningi til leigu og annað so sum reingerð.