- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera nógv burturúr
Í morgin klokkan 14 fer Henrik Old, landsstýrismaður, at lata fyrsta skotið av fyri Eysturoyartunlinum. Tað verður við tunnilsmunnan á Strondum.
Í hesum sambandi hevur Strandsferðslan broytt ferðaætlanina hjá Ternuni, sum klokkan 12:30 fer av Havnini til Nólsoyar.
SÍ EISINI Sí myndirnar: Nú er klárt at bora
Ternan fer síðani inn á Strendur við gestum, sum ætla sær at uppliva løtuna, nú arbeiðið við at knýta Skálafjørðin við Havnina av álvara fer í gongd.
Klokkan 16 siglir Ternan av Strondum og aftur til Havnar. Eysturoyartunnilin verður tilsamans góðar 11 kilometrar.
Byggitíðin verður mett at verða trý til fýra ár, so tunnilin verður eftir ætlan liðugur í 2019-20. Næstur í røðini verður so Sandoyartunnilin. Hann skal eftir ætlan byrja í 2018 at standa liðugur í 2023.