- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlanir um tunnil til Tjørnuvíkar
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, hevur biðið Landsverk um at skipa ein tunnilsbólk.
Landsstýrismaðurin vil hava, at Landsverk fer undir at bora tunnlar aftur, og í tí sambandi hevur hann heitt á Landsverk um at kanna millum annað prísin.
Tað var á fundi í gjár, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, tosaði við Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, um ferðslutrygdina til Tjørnuvíkar og onnur ferðsluviðurskiftir, í Sunda kommunu, tá hetta kom fram.
Tunnilsbólkur settur
Tunnilsbólkurin, sum Landsverk arbeiðir við at skipa, skal kanna hvussu boringin og tunnilsarbeiðið skal skipast við fólki, hvørjar maskinur eru neyðugar, og eisini hvat hetta yvirhøvur fer at kosta.
Landsverk skal eisini gera ætlan fyri, hvar í landinum byrjað verður at bora, hvussu nógv kann borast hvørt ár, og hvat tað fer at kosta.
Tunnilin til Tjørnuvíkar er millum teir fyrstu, sum hetta tunnilsholdið skal í gongd við, sigur Heðin Zachariasen.