- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey flestu brúka hesa bygdaleiðina
Tey flestu brúka hesa bygdaleiðina
Tveir triðingar av øllum ferðafólkunum hjá Bygdaleiðum brúktu í 2016 farleiðina millum Havnina og Klaksvík
16.02.2017 - 10:37
Tey flestu, sum koyrdu í bussunum hjá Bygdaleiðum í fjør, koyrdu millum Havnina og Klaksvík, vísa tøl hjá Strandferðsluni. Leið 400 flutti til samans umleið 138.000 ferðafólk.
Á farleiðini millum Havnina og flogvøllin ferðaðust 81.600 fólk, og í bussinum millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík koyrdu sløk 75.000 fólk.
73.450 fólk koyrdu á Skálafjarðarleiðini. Leið 100, sum er millum Havnina og Vestmanna, flutti tilsamans 32.500 fólk í fjør. Bygdaleiðir hava til samans 19 farleiðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV