- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið nærkast 50.000
Nú búgva 49.884 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 740 fólkum í fjør, og so stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ári síðani 2001.
Tað vísa tøl frá Hagstovuni, sum eisini geva ábendingar um, at fólkatalið í landinum skjótt fer at seta met, heldur verandi gongdin fram.
Verður gongdin næstu vikurnar, sum hon hevur verið, verður fólkatalið í Føroyum 50.000 - kanska longu í mars.
Burðaravlopið stórt
Nettotilflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 439. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var 301 fólk.
Nettotilflytingin í Føroyum hevur ikki verið so stór síðani 2001, og burðaravlopið hevur ikki verið størri síðani 2004.
Ikki síðani 1980 hevur verið so lítil fráflyting, sum í fjør. 1173 fólk fluttu av landinum í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.