- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hartaðir fyri føroyska fosturtøkulóg
Danmark kann seta í verk fría forsturtøku í Føroyum, men ger tað ikki. Sostatt leggja politikkarar størri dent á gott samstarv í ríkisfelagsskapinum, enn rættin hjá kvinnum til at ráða yvir egnum kroppi. Tað sigur felagsskapurin Dansk Kvindesamfund.
Danskir politikarar finnast hvassliga at Donald Trump fyri at taka stuðulin aftur frá felagsskapum, sum hjálpa kvinnum í menningarlondum at fáa fosturtøku.
Góðtaka støðuna í Føroyum
Men nett somu politikarar góðtaka, at kvinnur í okkara egna ríkisfelagsskapi í Føroyum framvegis ikki hava rætt til fría fosturtøku, sigur felagsskapurin.
- Alla æru og virðing fyri, at vit, saman við átta londum í Evropa, siga, at tað er danskt aðalmál at ráða yvir egnum kroppi. Men áttu at hugt í okkara egna bakgarð, og tað gera vit ikki.
- Vit brúka blinda eyga og tað er ikki gott. Tað sigur forkvinnan Lisa Holmfjord frá Dansk Kvinnesamfund, við donsku útvarpsrásina, Radio24syv.
Vil hjálpa føroyingum um neyðugt
- Tað tykist, sum um danska stjórnin leggur størri dent á góð viðurskifti í ríkisfelagsksapinum, enn at kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi, sigur hon.
Framsøgufólkið hjá danska javnaðarflokkinum, Karin Gaardsted, heldur tó ikki, at Danmark eigur at taka yvir føroyska lóggávu, so leingi konservativa abortlógin hevur undirtøku millum føroyingar.
- Eg vil fegin arbeiða fyri fríari fosturtøku í Føroyum, men fyrst tann dagin, tá føroyska fólkið vil hava tað, sigur Karin Gaardsted við Radio24syv.