Norðurkorea royndarskotið rakett

Norðurkorea royndarskotið rakett
Hetta er fyrsta norðurkoreanska royndarskjótingin, síðani Donald Trump gjørdist amerikanskur forseti
Kim Jung-un er leiðari í Norðurkorea, sum aftur hevur royndarskotið eina rakett, ið røkkur langt
 
12.02.2017 - 10:18

Norðurkorea hevur royndarskotið eina rakett, sum datt niður í japanska havið, umleið 250 fjórðingar úr landi.

Tað vátta bæði amerikanska og japanska verjumálaráðið, sambært Reuters.

Hetta er fyrsta norðurkoreanska royndarskjótingin, síðani Donald Trump gjørdist amerikanskur forseti. 

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, segði í januar, at Norðurkorea fór at royndarskjóta eina rakett, sum kundi røkka langt.

Tá svaraði Donald Trump, at Norðurkorea var farið at menna eitt kjarnorkuvápn, sum kundi røkka partar av USA.

- Men tað verður av ongum, skrivaði Trump á Twitter. 

Svara USA aftur

Myndugleikarnir í Suðurkorea siga, at endamálið við norðurkoreansku royndarskjótingini er at svara USA aftur.

Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, er í hesum døgum á almennari vitjan í USA, og á einum tíðindafundi í morgun segði Donald Trump, forseti, at USA styðjar Japan fult og heilt.

Shinzo Abe segði, at norðurkoreanska royndarskjótingin kann als ikki góðtakast.

Í fjør royndarskeyt Norðurkorea átta miðalrakettir, sum høvdu heitið Musudan. Hesar rakettir røkka millum ein og tríggjar kilometrar. 

Áheitan á Kina

Umsitingin hjá Donald Trump, forseta, fer at royna at leggja trýst á Kina at halda í teymarnar á Norðurkorea, sum er sameindi hjá Kina, sigur ein kelda í amerikansku umsitingini við Reuters. 

ST setti tiltøk í verk móti Norðurkorea í fjør, tí landið gjørdi kjarnorkuroyndarspreingingar og royndarskeyt rakettir, sum røkka langt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109