Minnilutin vil hava Sjóvinnuhúsið fyri býráðið

Minnilutin vil hava Sjóvinnuhúsið fyri býráðið
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vísa á, at Tjóðveldi fyri kommunuvalið segði, at Sjóvinnuhúsið skal brúkast til vinnuligt endamál
 
24.01.2017 - 07:58

Minnilutin í Tórshavnar býráð, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vilja hava málið um Sjóvinnuhúsið fyri á fyrstkomandi almenna býráðsfundi, soleiðis at býráðslimir fáa møguleika at siga sína hugsan um hetta hús.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja hava nýggja býráðsmeirilutan at svara, hvat hann ætlar við húsinum - um ætlanin er at leiga ella selja Sjóvinnuhúsið, og til hvønn?

Fróðskaparsetur

Ítøkiliga spyr minnilutin, um ætlanin er, at Fróðskaparsetrið skal flyta inn í Sjóvinnuhúsið, og um Mentamálaráðið hevur givið tilsøgn um at leiga ella keypa bygningin.

Minnilutin vísir á, at fyri býráðsvalið segði Tjóðveldi, at Sjóvinnuhúsið skuldi brúkast til vinnulig endamál burturav. 

Nýggi býráðsmeirilutin - Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn - hevur higartil ikki viljað sagt, hvat Sjóvinnuhúsið skal brúkast til.

Bíða eftir Mentamálaráðnum

Á tíðindafundi 3. januar segði Annika Olsen, borgarstjóri, at meirilutin bíðar eftir svari úr Mentamálaráðnum. Í tí svarinum liggur, hvørt Fróðskaparsetrið skal flyta inn í Sjóvinnuhúsið. Á tíðindafundinum varð upplýst, at svarið skuldi kommunan fáa 14. januar.

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður býráðsfundur hósdagin.

Sjóvinnuhúsið er sett á skránna fyri fundin, eftir umbøn frá minnilutanum, men í skránni stendur einki um, hvat meirilutin ætlar við bygninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946