Landsstýrismálanevndin vil hava fleiri upplýsingar

Landsstýrismálanevndin vil hava fleiri upplýsingar
Nevndin viðger í løtuni tvær kærur. Onnur er um Høgna Hoydal, landsstýrismann, og hin er um Aksel V. Johannesen, løgmann
Bárður Kass Nielsen er formaður í landsstýrismálanevndini
 
23.01.2017 - 14:00

Landsstýrismálanevndini tørvar fleiri upplýsingar fyri at viðgera kærurnar um Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann. 

Nevndin kom tí ikki til nakrar niðurstøður í málunum á nevndarfundi fríggjadagin, sigur Bárður Kass Nielsen, formaður í nevndini. 

Landsstýrismálanevndin viðger í løtuni tvær kærur. 

MÚ kært Høgna Hoydal

Meginfelag útróðrarmanna hevur kært embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskot um fiskidagar fyri verandi fiskiár. 

Meginfelagið kærir um trý viðurskifti: at brot er framt á grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap, at eftirkannanin av heimildargrundarlagnum at seta í verk átøkini, er óviðkomandi og ófullfíggjað, og at landsstýrismaðurin hevur villleitt løgtingið. 

Landsstýrismálanevndin hevur nú biðið Meginfelag útróðrarmanna lýsa grein tvey í kæruni gjøllari. Meginfelagið skal greiða nærri frá, hvat meint verður við, tá kært verður um, at eftikannanin av heimildargrundarlagnum er óviðkomandi og ófullfíggjað. 

Meginfelagið hevur fingið tvær vikur at svara spurningunum hjá landsstýrismálanevndini. 

Miðflokkurin kært løgmann

Ta seinnu kæruna eigur Miðflokkurin. Hann vil hava landsstýrismálanevndina at taka støðu til, um løgmaður fór út um sínar heimildir og uttan um løgtingið, tá hann boðaði frá, at stk 14, grein 2  í hjúnabandslógini er yvirtikið málsøki. 

Málið er umfatandi, tí hjúnabandslógin er í løtuni danskt málsøki, men Fólkakirkjan er føroysk, og tað er hana, stk 14, grein 2, snýr seg um. 

Løgmaður hevur sagt seg ikki skilja, hví Miðflokkurin hevur kært seg. Landsstýrismálanevndin hevur nú boðsent øgmanni á fund at greiða frá sínum sjónarmiðum.

Bárður Kass Nielsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at um einar tríggjar vikur hevur landsstýrismálanevndin væntandi tikið støðu til, um nevndin fer viðgera kærurnar, ella hon skal  sleppa málunum.

Landsstýrismálanevndin hevur vegna løgtingið eftirlitsmyndugleika við landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172