Landskappingin í kurvabólti byrjar aftur

Landskappingin í kurvabólti byrjar aftur
Leygardagin byrjar landskappingin í kurvabólti aftur
 
20.01.2017 - 10:50

Fyrsti landskappingardysturin í kurvabólti í 2017, verður spældur leygardagin í Skúlanum við Løgmannabreyt. 

Sporðdrekin og Hamar, bæði úr Havn, møtast fyri aðru ferð í hesari kappingini. Fyrra dystin vann Hamar 64-58.

Ravnur bestu byrjanina

Ravnur av Toftum hevur fingið bestu byrjanina. Felagið hevur vunnið allar sínar tríggjar dystir higartil í kappingini.

Dysturin ímillum Sporðdrekan og Hamar byrjar klokkan 13.00. Tað er ókeypis hjá áskoðarum.

Støðan í kappingini

1.Ravnur 3.dystir 3.stig
2.Hamar 3.dystir 1.stig
3.Sporðdrekin 2.dystir 0.stig

Úrslitini higartil

Ravnur-Hamar 78-74
Hamar-Sporðdrekin 64-58
Sporðdrekin-Ravnur 50-61
Hamar-Ravnur 65-70

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209