- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matvørur vorðnar dýrari
Matvørur vorðnar dýrari
Nakrir prísir hækka í Føroyum. Sambært brúkaraprístalinum, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár, kostaðu matvørurnar 1,3 prosent meira í fjør enn í 2015
19.01.2017 - 08:56
Størsti prísvøksturin í fjør var hjá gistingarhúsum og matstovum, ella matveitarum, sum tað stendur í hagtølunum, har hækkaði prísurin 1,9 prosent.
Rúsdrekka og tubbak gjørdust 1,4 prosent í fjør enn í 2015. Hetta er fyrstu ferð síðani í fyrsta ársfjórðingi í 2013, at prísirnar hækka.
Men allir prísir hækka tó ikki. Oljan er framvegis bílig, og tað er rentan á húsalánum eisini. Býlisprísir fóru tí 4,1 prosent niður í fjør.
Flutningur og innbúgv gjørdist eitt sindur bíligari í fjør. Brúkaraprístalið í fjórða ársfjórðingi í fjør var 117,3, tað var 116,4 í fjórða ársfjórðingi í 2015.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV