- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar í sterkum bólki
Lutakast hevur í dag verið um, hvussu spælast skal í innleiðandi EM-kappingini í fótbólti.
Føroyar komu í bólk saman við Turkalandi, Luksemburg og Montenegro.
Hóast mótstøðuliðini eru góð, so hevur landsliðsvenjarin, Pætur Clementsen, sett sær høgt mál fyri luttøkuni.
- Hetta er ein sterkur bólkur, men vit fara sjálvandi eftir at spæla okkara víðari til sjálva HM-undankappingina, sigur Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Dystirnir verða spældir í Føroyum frá sætta til ellinta apríl.
Bólkur A
Georgia (vertur)
Lettland
Estland
Kasakstan
Bólkur B
Albania (vertur)
Kosovo
Malta
Grikkaland
Bólkur C
Litava (vertur)
Andorra
Moldova
Ísrael
Bólkur D
Føroyar (vertur)
Luksemburg
Montenegro
Turkaland