- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan skal basa dálking
Trupulleikarnuir av dálking í Beijing eru nú so stórir, at borgarstjórin í kinesiska høvuðsstaðnum hevur sett eitt løgreglulið at tálma dálkingini.
Sí upptøkuna niðanfyri
Løgregluliðið skal forða fyri, at rusk verður brent í gøtunum, og at matstovur, sum útleiða nógvan royk, fyribils verða stongdar, skrivar BBC.
Íbúgvarnir í kinesiska høvuðsstaðnum eru noyddir at verða heima, tí luftin í løtuni er so dálkað, sigur BBC sambært kinesisku tíðindastovuni, Xinhua.
Greinin heldur fram niðanfyri
Video: Soleiðis sá út í Beijing um morgunin 2. januar. Í upptøkuni sæst dálkingin frá ferðsluni um morgunin eftir 20 minuttum í tíðartódn (timelapse), sum er 48 sekund.
Borgarstjórin í Beijing lovar at lurta eftir atfinningum hjá borgarunum í býnum, og hevur ætlanir um at steingja minst 500 verksmiðjur, sum dálka illa, í 2017.
2.500 aðrar verksmiðjur í kinesiska býnum skulu eisini gerast meira umhvørvisvinarligar. Málið er at minka dálkingina við 30 prosentstigum í mun til í 2015.