- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keypir tú eisini bil hesar mánaðirnar?
Keypir tú helst nýggjan bil, tá summarið nærkast, so ert tú í øllum førum ikki einsamallur um at gera tað. Tað vísa tøl hjá Akstovuni fyri 2016.
Juni í 2016 var nógv tann besti mánaðurin hjá bilseljarum í Føroyum. Tá vórðu til samans 229 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum.
Føroyingar keypa eisini nógvar nýggjar bilar teir báðar mánaðirnar frammanundan. Tað vil siga apríl og mai, sum tað eisini sæst í grafikkinum her.
Greinin heldur fram niðanfyri
Ringast stóð til í oktober mánað, tá bara - í mun til juni - 117 nýggir persónbilar í Føroyum fingu nummarplátur, vísa tølini hjá Akstovuni.
1.971 persónbilar vórðu seldir í Føroyum í 2016. Mest seldi bilurin í Føroyum í fjør var Mitsubishi ASX. Teimum vórðu til samans 116 seldir av.
Hent at vita: Klikka á bláu prikkarnar í grafikkinum í greinini, vilt tú hava neyv tøl fyri hvønn einstakan mánað í 2016 í yvirlitinum omanfyri.