- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hópdrápsmaður aftur í fongsli
Amerikanski hópdrápsmaðurin, Charles Manson, er eftir øllum at døma ov veikur til at koma undir skurð fyri innvortis bløðingar.
Tað skrivar franska tíðindastovan, AFP. Myndugleikarnir í USA vilja kortini ikki úttala seg, og tíðindini eru tískil ikki váttað.
Charles Manson varð fluttur á eitt sjúkrahús í Bakersfield í Kalifornia nýggjársdag, tí hann skuldi viðgerast fyri innvortis bløðingar.
Dømdur níggju ferðir lívstíð
Onkrir fjølmiðlar skriva, at grundin ikki er innvortis bløðingar, men at Charles Manson hevur álvarsligar trupulleikar við heilivági, hann tekur.
Charles Manson er fongslaður í níggju ferðirnar lívstíð fyri at hava myrt sjey fólk í fleiri ríkum býarpartum í Los Angeles afturi í 1969.
Hann var leiðari í einum felagsskapi, sum royndi at skumpa ábyrgdina á litt fólk, og á tann hátt at royna at byrta ófrið millum svørt og hvít fólk.