Fara at bjóða á uppboðssøluni

Fara at bjóða á uppboðssøluni
Nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík fer kanska at fiska upp á rættindir, sum verða seld á uppboðssøluni í 2017
Nýggja skipið hjá Thor, Hoyvík, er væl útgjørt til at fiska svartkjaft
 
07.01.2017 - 13:06

- Er tað tann leisturin, sum politikararnir velja í Føroyum, so ætla vit at vera við at bjóða.

Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í reiðarínum Thor, tá hann verður spurdur, um Thor ætlar at keypa rættindir til nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík á uppboðssøluni í ár.

Hóast Thor ikki heldur, at uppboðssølan er tann besti hátturin at skipa fiskivinnuna eftir, fer Thor at bjóða uppá rættindir í 2017, um tað verður møguligt.

Roknað verður við, at munandi størri mongdir av svartkjaftakvotum verða seldar á uppboðssøluni í 2017. 

Nýggja skipið hjá Thor, Hoyvík, er væl útgjørt til júst hetta slagið av fiskiskapi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221