Rentustuðulin aftur minkaður

Rentustuðulin aftur minkaður
Upphæddin, tú kanst fáa rentustuðul til, minkaði 5000 krónur á nýggjárinum. Rentustuðulin minkar aftur um eitt ár
Rentustuðulin minkaði við 5.000 krónum á nýggjárinum. Stuðulin minkar aftur um eitt ár
 
06.01.2017 - 17:38

Rentustuðulin til sethusakeyparar er seinnu árini minkaður spakiliga. Í 2010 var rentustuðulin 39 prosent av rentu upp til í mesta lagi 150.000 krónur.

Síðani tá er rentustuðulin minkaður so líðandi. Á nýggjárinum minkaði rentustuðulin aftur, so hann nú er 35 prosent av rentu upp til 105.000 krónur.

Næsta ár minkar rentustuðulin fyri seinastu ferð eftir galdandi lóg, so hámarkið fyri rentustuðul minkar niður í 100.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV