- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv ferðafólk í Íslandi
Nógv ferðafólk í Íslandi
Ferðavinnan í Íslandi veksur skjótt. 40 prosent fleiri ferðafólk vitjaðu landið í 2016 enn í 2015
06.01.2017 - 08:28
Í fjør komu 1.767.726 milliónir ferðafólk til Íslands. 40 prosent fleiri enn í 2015. Flestu ferðafólkini vóru úr USA og síðani úr Bretlandi.
Tey flestu koma í juli og august. Men nú koma eisini nógv í desember. Í desember í fjør komu seks ferðir fleiri ferðafólk til Íslands enn í desember 2010.
Ferðafólkatalið í Íslandi er vaksið skjótt, alt ov skjótt, halda nógv í Íslandi. Fyri 15 árum síðani, í 2002, vóru 248.000 ferðafólk í Íslandi. Nú eru tey sjey ferðir fleiri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV