Bumba brostin uttan fyri dómhús

Bumba brostin uttan fyri dómhús
Turkiska løgreglan hevur skotið tveir menn eftir eitt álop í Turkalandi, sum hevur kravt fleiri lív
Tveir menn eru skotnir eftir eitt álop á eitt dómhús í turkiska býnum, Izmir, har vesturi í Turkalandi eftir døgurða í dag. Myndugleikarnir leita í løtuni eftir triðja gerningsmanninum
Mynd: AP  
 
05.01.2017 - 15:44

Tveir gerningsmenn, ein løgreglumaður og eitt sivilfólk lótu lív, tá ein bumba brast og skotið varð við eitt dómhús í turkiska býnum, Izmir, í dag.

Hóast tveir gerningsmenn vórðu dripnir í álopinum á dómhúsið, leita myndugleikarnir í Turkalandi eftir einum triðja manni, hildið verður var við.

Bumban brast framman fyri eina inngongd, sum ríkisákærar og dómarar brúka. Eftir álopið sprongdi løgreglan ein bil, sum illgruni var um, at álopsmenninir áttu.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fyribils kanningar benda á, at tað er PKK, hernaðarligi vongurin hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum, sum hevur ábyrgdina fyri álopinum, siga stjórnarkeldur.

Álopið í býnum kemur í kjalarvørrinum á eini yvirgangsatsókn í Istanbul nýggjársnátt, tá minst 39 fólk lótu lív tá skotið varð inni í einum náttklubba.

Turkiski býurin, Izmir, er eitt væl umtókt ferðamál í Turkalandi - eisini hjá vesturlendingum. Hvørt ár vitja umleið tvær milliónir ferðafólk býin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109