- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jagstra enn tann mistonkta
Jagstra enn tann mistonkta
Løgreglan í Turkalandi jagstrar nú ein 28 ára gamlan mann, ið hildið verður søkti at dansistaðnum í Istanbul nýggjársnátt
03.01.2017 - 16:11
Maðurin skal vera úr Kirgisistan, og eitur Iache Masjrapov sambært útlendskum fjølmiðlum. Løgreglan hevur samstundis almannakunngjørt eina mynd av manninum.
Greinin heldur fram niðanfyri
Istanbul nightclub shooting: Kyrgyzstan investigates 'suspect' https://t.co/tef2PltBwo
— BBC News (World) (@BBCWorld) January 3, 2017
Men um tað er maðurin á myndini er kortini ikki greitt. Myndugleikarnir siga seg hava fingramerki av manninum, sigur varaforsætisráðharrin í Turkalandi, Numan Kurtulmus.
Í dag tók løgreglan eisini tveir útlendingar í floghavnini í Istanbul. Enn er ikki greitt, hvaðani teir vóru. Higartil hevur løgreglan tikið 14 fólk síðani álopið nýggjársnátt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV