IS tekur ábyrgd fyri álop

IS tekur ábyrgd fyri álop
Islamskur Statur sigur, felagsskapurin stóð fyri álopinum í einum náttklubba í Turkalandi nýggjársnátt. 39 fólk vórðu dripin
Yvirgangsfelagsskapurin, IS, sigur, at tey stóðu fyri álopinum í einbum náttklubba í Istanbul nýggjársnátt tá 39 fólk vórðu myrd
Mynd: AP  
 
02.01.2017 - 09:30

Yvirgangsfelagsskapurin, Islamski statur, sigur í eini fráboðan, at tey stóðu fyri álopinum í náttklubbanum í Istanbul nýggjársnátt, har 39 fólk lótu lív og 70 vórðu løstað.

Politiið í Turkalandi hevur sambært sjónvarpsstøðini Al-Jazeera sagt, at gerningsmaðurin er 20 ára gamal og tosar hálvbrotið turkiskt.

Greinin heldur fram niðanfyri

Gerningsmaðurin gjørdi sær dælt av ruðuleikanum aftan á álopið og slepti sær til rýmingar. Vápnið lat hann liggja á staðnum.

Tað er nú komið fram, at álopið vardi í sjey minuttir. Hesar minuttirnar bleiv skotið millum 170 og 180 ferðir. Gerningsmaðurin er framvegis ikki funnin og handtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109