- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur 220 ára gamla siðvenju
Heldur 220 ára gamla siðvenju
Amerikanski forsetin, Barack Obama fer at halda fráfaringarrøðu 10. januar í heimbýi sínum, Chicago
02.01.2017 - 17:34
Forsetin skrivar í eini fráboðan, at hann fylgir siðinum, sum George Washington fór undir, tá hann helt fráfaringarrøðu fyri amerikanarum fyri 220 árum síðani.
- Tað hevur verið ein stórur heiður og frøi at tæna tykkum sum forseti. Eg gleði meg til at standa saman við tykkum sum borgari, skrivar Barack Obama á Twitter, har hann ynskir øllum gott nýggjár.
Hann nevnir eisini arbeiðið, sum er gjørt fyri at tryggja samkyndum jøvn rættindi at giftast og at hava somu møguleikar sum onnur.
- Vit hava skrivað søgu í royndum okkara at vátta av nýggjum, at øll eru vit skapt við eins stórum virði, skrivar fráfarandi forsetin, Barack Obama.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV