- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj vápnahvíld í Sýria
Ein nýggj avtala um vápnahvíld er fingin í lag í Sýria. Tað váttar russkiski forsetin, Vladimir Putin, sambært tíðindastovuni, Associated Press.
Avtalan um vápnahvíld í Sýria kemur í gildi á miðnátt sýriska tíð. Vápnahvíldin, sum varð sett í verk síðst í september, vardi bara í fimm dagar.
SÍ EISINI Stjórnarherurin tikið valdið aftur
Trý skjøl eru undirskrivað. Eitt um vápnahvíld, eitt um eftirlit við vápnahvíldini og ein yvirlýsing um viljan, at fara í gongd við friðarsamráðingar um eina politiska loysn.
Russland og USA, sum í felag tóku stig til vápnahvíldina í september, løgdu tá eftir hvørjum øðrum, og Russland legði samgonguna, har Danmark eisini er partur, undir at stuðla IS.