Landskassin fær meira frá fiskivinnuni

Landskassin fær meira frá fiskivinnuni
Inntøkurnar verða 45 milliónir kr. hægri enn tær 165 milliónir krónurnar, ið stóðu á upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.12.2016 - 12:50

Landskassin fær 45 milliónir krónur meira enn væntað frá fiskivinnuni í ár.

Tá fíggjarlógin fyri 2016 varð samtykt í desember í fjør varð roknað við 165 milliónum frá fiskivinnuni. 

Men nú árið er við at vera liðugt er inntøkan 210 milliónir krónur.

Og tað talið vil landsstýrið nú hava Fíggjarnevndina at seta í uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017. 

Í fíggjarlógini í ár eru 165 milliónirnar allar avgjald í fíggjarlógini. Men uppboðssølurnar í summar góvu til dømis 60 milliónir krónur.      

Loyvisgjøldini frá alivinnuni fara at geva landskassanum 138 mió. kr. næsta ár og ikki 125.

Her er metingin varin, sigur Kristina Háfoss, tí laksaprísurin í ár hevur verið so góður.

Metingin fyri næsta ár er gongdin í ár  

Grundarlagið fyri metingini fyri 2017 er gongdin í 2016, men við tí fyrivarni, at umsetningurin minkar tíggju prosent næsta ár.

Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum er hækkað 88 milliónir krónur upp í 200 milliónir.

Landsstýrið hevur biðið Fíggjarnevndina broyta uppskotið, millum annað við dagførdari inntøkumeting. Hon er 105,6 mió. kr. størri enn hon var síðst í september, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram.

Inntøkumetingin byggir á gongdina í ár, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Tað ber betur til at síggja í desember enn í september, hvørjar inntøkurnar hjá landskassanum verða, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109