Móttøkustøðir gerast kring landið

Móttøkustøðir gerast kring landið
Rúsdrekkasølan mælir til at seta á stovn eina nýggja pantskipan, ið skal savna inn allar fløskur og íløt
Rúsdrekkasøla landsins skjýtur upp, at innflytarar, framleiðarar, IRF og Kommunala brennistøðin á Hjalla standa fyri eini nýggjari pantiskipan, so tilfarið í fløskum og íløtum kann endurvinnast
 
17.11.2016 - 07:54

Skipanin skal krevja inn og gjalda pantið og standa fyri, at tilfarið verður endurvunnið. Rúsdrekkasølan skjýtur upp, at innflytarar, framleiðarar, IRF og Kommunala brennistøðin á Hjalla standa fyri skipanini.

Galdandi pantskipan er ikki nóg góð, heldur Rúsdrekkasølan. Ójavnt er, hvar fløskur og íløt kunnu latast inn, og hetta er ein bági bæði fyri viðskiftafólk og handlar. 

Haraftrat eru tómar fløskur og íløt at meta sum rusk, ið kemur í bland við matvørur, tá tey koma innaftur. Varð ein felags pantskipan gjørd, høvdu fólk eitt stað at fara við øllum fløskum og íløtum. 

SÍ EISINI 20 milliónir ikki goldnar aftur

Av tí at IRF og Kommunala brennistøðin á Hjalla hava førleikarnar at savna inn ruskt, skilja og endurvinna burtur úr innlatnum tilfari, heldur Rúsdrekkasølan, at hesir stovnar áttu at verið snúningsdepilin í einari nýggjari pantskipan.

Rúsdrekkasølan ímyndar sær, at nakrar høvuðsmóttøkur verða kring landið, og at høvuðsmóttøkustøðin verður á Hjalla. 

Skipanin kann verða fíggjað við inntøkum, sum fáast fyri at selja endurnýtslutilfar, panti av íløtum, sum ikki verða borin aftur, og einum umhvørvisgjaldi á íløt, sum ikki kunnu endurnýggjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV