Óvist hvussu nógv landið missir

Óvist hvussu nógv landið missir
Tað ber ikki til at siga, hvussu nógvar krónur enda í danska statskassanum heldur enn føroyska landskassanum, tá fólk keypa talgildar tænastur
Tá føroyingar keypa hald hjá Netflix og øðrum veitarum fer meirvirðisgjaldið í danska statskassan. Tað er óvist, hvussu nógv føroyski landskassin missir av hesum
 
16.11.2016 - 15:36

Ikki ber til at siga, hvussu nógv meirvirðisgjald, danski skatskassin fær, tá fólk í Føroyum keypa til dømis hald hjá Netflix, HBO, Apple TV ella Spotify, tí haldið verður skrásett sum danskt hald.

Meirvirðisgjaldið av haldaragjaldinum fer tá í statskassan, hóast tað er goldið í Føroyum. Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

SÍ EISINI Føroyskt mvg endar í danska statskassanum

Sjúrður Skaale spurdi, hvussu nógv meirvirðisgjald, statskassin fær av elektroniskum vørum og tænastum, sum fólk í Føroyum keypa úr londum uttan fyri ES.

Karsten Lauritzen, ráðharri, sigur, at hann hevur fingið at vita frá danska skattavaldinum, at ikki ber til at nevna nakað tal fyri Føroyar burturav.

Trupult at koma svarinum nærri

Tey, sum selja slíkar tænastur til Føroya, gera ikki altíð mun á Føroyum og Danmark.

Tey, sum búgva í Føroyum, kunnu verða skrásett at búgva í Danmark. Tí koma tey undir meirviðisgjaldið, sum verður kravt og avroknað í Danmark. 

Ikki ber til at skilja tað, sum fólk í Føroyum hava keypt, burturúr, skilst á svarinum frá danska ráðharranum í skattamálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Kamarkórið 40 ár
190994
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946