Kappingin herðist kanska

Kappingin herðist kanska
Kappingarráðið hevur biðið Kappingareftirlitið um eitt tilmæli um, hvat eigur at verða gjørt, so oljufeløgini í Føroyum fáa kapping
Tað verður kanska bíligari hjá tær at fylla tangan. Pláss er fyri meira kapping og fleiri oljufeløgum, heldur Kappingarráðið
 
16.11.2016 - 14:15

Kappingareftirlitið kunngjørdi í summar eina kanning, sum sigur, at síðani oljufeløgini í Føroyum vórðu seld fyri átta árum síðani, hava tey tikið sær stóran bruttovinning, avkastið hjá teimum er ov stórt.

Ráðið hevur havt nakrar fundir um málið, men eingin avgerð er tikin enn. Tað sigur Heri Joensen, formaður í Kappingarráðnum.

Pláss fyri fleiri

Kappingarráðið heldur, at pláss er fyri fleiri oljufeløgum í Føroyum. Kappingareftirlitið nevnir í sínari frágreiðing í summar, at nýggj feløg kunnu sleppa at brúka tangarnar hjá Magn og Effo.

Kappingarráðið eigur at ansa eftir, at møgulig nýggj oljufeløg kappast á jøvnum føti við tey, sum longu eru.

Kappingaráðið umsitur kappingarlógina, og ráðið skal tryggja virkna kapping í Føroyum. Næsti fundur hjá Kappingarráðnum verður um ein mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946