Apotekútsøla í gamla føroyabankabygninginum í Havn

Apotekútsøla í gamla føroyabankabygninginum í Havn
Mánadagin kunnu havnarfólk aftur fara á apotek í miðbýnum
Apotekútsøla letur upp í gamla bankabygninginum
 
12.11.2016 - 09:14

Tað eru 40 ár síðani Apotekið flutti av Vaglinum og niðan á Trapputrøðna. Men mánadagin letur Apotekið upp í Steinatúni, í gamla Føroyabankabygningunum.

Tjaldurs apotek vil økja um tænastustøðið við at gera tað lættari atkomiligt hjá borgarunum í miðbýnum at koma á apotekið.

Í fyrstu atløgu verður talan bert um sølu av handkeypsvørum. Upplatingartíðirnar verða tær somu, sum tær hjá apotekinum á Trapputrøðni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV