- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steinbjørn slapp ikki í samgongu
Steinbjørn slapp ikki í samgongu
Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin hava skipað samgongu í Klaksvík, Tjóðveldi slapp ikki upp í part.
09.11.2016 - 22:54
Tjóðveldi slapp ikki við í býráðssamgonguna í Klaksvík.
Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin hava seks av teimum 11 býráðslimunum í Klaksvík og fara at skipa samgongu.
Nýtt Sjálvstýri, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava annars verið í samgongu seinastu fýra árini.
Tað ber helst við sær, at Jógvan Skorheim verður bæði borgarstjóri og løgtingsmaður. Tað var Tjóðveldi í Klaksvík, sum sýtti honum at røkja báðar sessirnar samstundis.
Tjóðveldi misti tveir býráðssessir á kommunuvalinum í gjár, úr trimum niður í ein.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV