#kv2016: Soleiðis skal atkvøðast

bannari
#kv2016: Soleiðis skal atkvøðast
Innlendismálaráðið hevur sent út kunning um, hvussu sleppast kann undan, at atkvøður mugu ógildast á kommunuvalinum
 
03.11.2016 - 15:41

Tað kemur fyri, at veljarar seta annað frámerki á atkvøðuseðilin enn ein kross og hesir atkvøðuseðlar eru í vanda fyri at verða ógildir.

Fyri at binda um heilan fingur sendir Heilsu- og innlendismálaráðið nú út kunning um, hvussu tú setur krossin á kommunuvalinum. 

Á heimasíðuni hjá ráðnum, himr.fo, er vegleiðandi lýsing um, hvussu krossurin skal setast, og hvussu hann ikki skal setast. Verður krossurin ikki settur í ein teig, er vandi fyri, at atkvøðuseðilin verður ógildur. 

Atkvøðuseðlar kunnu ógildast um:

- tað ikki við vissu sæst, hvønn valevnislista veljarin hevur viljað atkvøtt fyri

- atkvøðuseðilin er øðrvísi vorðin enn teir, sum útflýggjaðir eru til atkvøðugreiðsluna

- annað er skrivað á atkvøðuseðilin, enn ein krossur ella valevnisnavn, ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155