- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin tíðarætlan fyri limaskapi
Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Ruth Vang og Jenis av Rana, hava lagt uppskot fyri Norðurlandaráðið um, at Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum
Men málið skal viðgerðast í fleiri umførum, og eingin tíðarætlan er fyri, nær tað skal verða avgreitt. Formansskapurin viðger málið, og kann síðani mæla ráðnum til at taka undir við uppskotinum.
Samstundis viðgera samstarvsráðharrarnir í Norðurlondum uppskotið, og teir kunnu sjálvir avgera at taka undir við uppskotinum.
SÍ EISINI Óvissa enn um limaskap
Men tað eru stjórnarleiðararnir, sum eiga avgerandi orðið, um Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugir limur í Norðurlandaráðnum.
Formansskapurin í Norðurlandaráðnum fer at hava fyrsta fundin um umsóknina í desember, sigur Kaj Joensen, tíðindamaður á Christiansborg. Aðalorðaskifti verður í Norðurlandaráðnum í dag.
Tá fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum er á fundi í Norðurlandaráðnum fyri Poul Michelsen, landsstýrismann í norðurlandamálum, at leggja málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap fyri norðurlendsku samstarvsráðharrarnar.