- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býráðssalurin flytast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/klaksvik_0.jpg?itok=YiWupCDS)
Klaksvíkar býráð hevur samtykt at geva grunninum, Mentanarhúsið í Klaksvík, treytaða tilsøgn um 15 milliónir krónur í íløgustuðli, og 300.000 krónur í árligum rakstrarstuðli.
Hetta verður gjørt eftir tilmæli frá meiriluta í fíggjarnevndini. Kommunan er eisini sinnað at leiga umleið 600 fermetrar í bygninginum til býráðshøll, móttøku og annað virksemi.
Umsitingin flytur ikki
Leigugjaldið verður ásett eftir vanligum treytum, ið eru galdandi fyri slík leigumál, sæst í samtykini hjá býráðnum.
Nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík er Posthúsið, sum liggur mitt í býnum.
Hóast býráðssalurin verður fluttur í Mentanarhúsið, so skulu býráðshúsini í Nólsoyar Pálsgøtu framvegis nýtast til umsiting hjá kommununi.