Nýtt felag vil byggja bíligar bústaðir í Havn

Nýtt felag vil byggja bíligar bústaðir í Havn
Fleiri borgarar í Havn hava nú savnað seg í einum sjálvsognarfelag, ið ætlar at gera umleið 50-60 bíligar bústaðir í høvuðsstaðnum
Eitt nýtt felag undir stovnan ætlar at byggja 50-60 bíligar bústaðir í Vesturbýnum í Havn. Myndin hevur tó ikki samband við ítøkiliga felagið
 
02.11.2016 - 07:54

Felagið kallar seg Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur og hevur í løtuni 52 limir, ið eru pør við børnum, støk við og uttan børn, og eisini eldri pør. 

Eisini eru limir, ið búgva í Danmark, sum vilja flyta heim, skriva tey, ið standa fyri felagnum, í einum tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar.

Gongur tað, sum nýggja sjálvsognarfelagið ætlar, verða tey 50-60 húsini bygd í Marknagili, tætt við Glasir, frámerkt á myndini niðan fyri her.

Greinin heldur fram niðanfyri

(Kort: Google Maps)

- Bústaðartrupulleikin í Tórshavnar kommunu er ógvuliga álvarsamur, og tað er ov kostnaðarmikið at leiga ella keypa, siga fólkini handan bústaðarfelagið.

Felagið ætlar at keypa 21.000 fermetrar stórt felags grundstykki frá Tórshavnar kommunu, og byggja ein býling, ið minnir um Tórsbyrgi í Eysturbýnum.

Nýggja bústaðarfelagið ætlar at byggja smá hús á smærri grundøkjum enn vanligt, soleiðis at byggjast kann skynsamt og bíligt, sigur nýggja bústaðarfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV