- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið er fullur limaskapur
Málið er fullur limaskapur
Sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum er málið hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni
01.11.2016 - 16:04
Tað kom fram í røðu, sum løgmaður helt á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, ið verður hildin í Keypmannahavn, sigur Løgmansskrivstovan.
Í røðuni segði løgmaður, at Føroyar koma við nógvum til norðurlendska samstarvið, og tí er tað hóskandi, at Føroyar gerast fullgildur limur í samstarvinum.
Løgmaður vónar ikki, tað gongur ov drúgv tíð til føroyska umsóknin um limaskap í Norðurlandaráðnum verður gingin á møti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV