Býráðið samtykt tunnilsvegin

Býráðið samtykt tunnilsvegin
Tórshavnar býráð hevur samtykt at fara undir neyðugu fyrireikingarnar til til- og frákoyringarvegin til Eysturoyartunnilin
 
28.10.2016 - 08:51

Tórshavnar Býráð og Samferðslumálaráðið eru komin ásamt um eina loysn á innkomuvegnum til Havnar.

Kjakast hevur verið í fleiri ár, um hvar og hvussu innkomuvegurin til Havnar skal gerast,

Herfyri undirskrivaðu Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna avtalu um innkomuvegin og á býráðsfundi hóskvøldið samstkti býráðið loysnina.

SI EISINI Nú skulu øll gjalda fyri at brúka samferðslukervið

Hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð á fundi at fara undir at gera neyðugu fyrireikingarnar til at byggja út vegakervið í økinum.

Landið fyrireikar í løtuni arbeiðið, at gera nýggja innkomuvegin, og hevur sett av 27 milliónir krónur av til arbeiðið, sum byrjar í 2017. 

Eftir ætlanini skal nýggi innkomuvegurin verða klárur at taka í nýtslu, tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946