- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla ætlaðum broytingum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/funn.2_hest_lena_i_k._gongt.satan_iag_heima_toftirgamlag_228.jpg?itok=F9pbjshP)
Áheitanin, sum er skrivað undir yvirskriftini "mótmæli", er send bæði Strandferðsluni og Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum.
Í áheitanini, sum er undirskrivað av øllum býráðslimunum í Tórshavnar kommunu, stendur, at ætlaðu broytingarnar í samferðsluni millum Gomlu Rætt og Hest fara at skjóta oyggina mong ár aftur í tíðina, og tað fer ikki longur at bera til hjá fólki í Hesti at arbeiða og ganga í skúla aðrastaðni.
- Gundarlagið fyri menning í Hesti verður við hesum púrasta burtur, stendur í mótmælisskrivinum, har tað eisini stendur, at broytingin fer ikki bara at skerja túratalið, men kann eisini avtofta bygdina.
Tórshavnar kommuna biður tí Strandfaraskip landsins um at endurskoða broytingarnar, sum eru fráboðaðar á rutuni.