- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um mál skal viðgerast
Kanna um mál skal viðgerast
Landsstýrismálanevndin kannar, um hon skal viðgera eitt mál móti landsstýriskvinnuni fyri at hava hildið aftur upplýsingum
25.10.2016 - 08:34
Landsstýrismálanevndin hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, og Fíggjarmálaráðið um fleiri upplýsingar í málinum um at stovna føroyskt váðaráð.
Landsstýrismálanevndin kannar, um hon skal viðgera eitt mál móti landsstýriskvinnuni, tí andstøðan hevur skuldsett hana fyri at halda upplýsingum aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum.
Talan er millum annað um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum Fíggjarnevndin ikki fekk fyrr enn seinni.
Kristina Háfoss og Fíggjarmálaráðið hava fingið 14 dagar at lata landsstýrismálanevndini allar upplýsingar í málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV