- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin um dagstovnar endurskoðast
Lógin um dagstovnar endurskoðast
Landsstýrið eigur at endurskoða dagstovnalógina og áseta eitt lægsta mark av tímajáttan við lóg, heldur tingmaður
24.10.2016 - 16:21
Hetta heldur Bárður Kass Nielsen, sum vegna nýtt Sjálvstýri hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið. Flokkurin vil hava lógarásett minstamark fyri tímajáttan.
Tað skal gerast fyri at tryggja góðskuna á dagstovnunumm og fyri at stimbra undir, at fyribyrgjandi trivnaðaramboð verða brúkt av heilsufrøðingum, dagstovnum og skúlum, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.
Kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið í 2000, og uppskotið sum snýr seg um góðskuna av dagstovnatilboðunum í Føroyum.
Uppskotið hevur til endamáls at tryggja javnari tænastu og góðsku frá kommunu til kommunu, stendur í uppskotinum, ið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV