Ikki í tingið aftur

Ikki í tingið aftur
Landsstýriskvinnan ætlar ikki í Løgtingið við broytingunum, danska Almanna- og innanríkismálaráðið gjørdi, hóast atfinningar í tinginum
 
20.10.2016 - 09:25

Løgtingið hevur samtykt, at samkynd kunnu gifta seg. Tí skal tann spurningurin ikki aftur í tingið. Men tingið sleppur kortini at viðgera samkynda hjúnabandið eina ferð afturat.

Tí lógarbroytingin kemur ikki í gildi, fyrr enn ein onnur paragraff í hjúnabandslógini er broytt ella strikað. Tann lógargreinin er um signing í fólkakirkjuni.

SÍ EISINI Ósamd um lógarbroyting

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, stóð fyri skotum í Løgtinginum í gjár, tí hon ætlar ikki í tingið við broytingunum, danska Almanna- og innanríkismálaráðið gjørdi í tí, sum Løgtingið samtykti í vár.

Broytingarnar hava ongan avgerandi týdning fyri lógarbroytingina og rættarstøðuna, segði landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg.

Óvist hvar málsøkið liggur

Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini, sigur, at tey, sum eru borgaraliga vígd, kunnu fáa prest í fólkakirkjuni at vælsigna hjúnabandið.

Men semja er ikki í Føroyum um, hvør eigur lógarbroytingina, føroyingar ella danir. Tað sæst í frásøgn frá fundi 2. september í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Danir og Løgmansskrivstovan siga, at málsøkið er yvirtikið, tí fólkakirkjan er yvirtikin. Mentamálaráðið, sum umsitur fólkakirkjuna, sigur, at hjúnabandslógin er danskt málsøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155